DAGPENGAR
Hósdagin í farnu viku svaraði landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Sámal Petur í Grund, skrivliga fyrispurninginum frá Annitu á Fríðriksmørk, tingkvinnu, um avleiðingarnar av broyttu dagpeningalógini. Seinasta summar kom í gildi nýggj dagpeningalóg, sum hevur til endamáls at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum eru knýtt at hesi skipan. Fyri summi gjørdist avleiðingin ein heilt onnur, tey vórðu nevniliga burturvíst úr skipanini. Í tí sambandi vildi tingkvinnan hava at vita eitt nú, fyri hvussu nógv talan var um, hvør orsøkin var til hetta og hvørja inntøkutrygd hesi so hava.
Landsstýrismaðurin ásannaði í svarinum, at tað ongantíð hevur verið ætlanin, at hesi fólk skuldu verða burturvíst úr skipanini. Hann harmaðist um støðuna, fólkini vóru komin í, og vildi gera alt fyri at rætta uppá órættin. Ein arbeiðsbólkur er farin í gongd við at endurskoða lógina við tí fyri eyga at fáa tey í aftur, sum av órøttum eru farin úr Sjálvbodnu Dagpeningaskipanini, greiddi landsstýrismaðurin frá. Hví ásetingin til inntøkumynstrið er sett til 25 prosent A-løn og 75 prosent B-løn, visti hann ikki at siga. Hann sá heldur onga grundgeving fyri, hví hesi tølini eru sett í viðmerkingarnar til lógina. So leingi fólk ikki hava annan møguleika at tekna trygging í Føroyum enn í Sjálvbodnu Dagpeningaskipanina, eigur henda tryggingin at verða fevnd um hesi fólk, segði hann.
Arbeiðsbólkurin er farin til verka at endurskoða lógina og skal verða liðugur við arbeiðið í summar. Okkum nýtist ikki at óttast fyri, at komandi løgtingsval fer at forpurra arbeiðinum.
- Hesi fólk verða uttan iva biðin um at halda fram við arbeiðinum, tá ið nýggjur landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum tekur við. Tað er viljin hjá øllum politikarum, at fólkini, ið ótilætlað eru koyrd úr skipanini, koma uppí aftur, segði Sámal Petur í Grund undir viðgerðini.
Annita á Fríðriksmørk er nøgd við viðgerðina í tinginum og svarini, hon fekk.
- Eg havi álit á, at tey, sum av órøttum eru koyrd úr skipanini, koma uppí aftur. Hinvegin líkist mátin, tey eru koyrd úr uppá, ongum, og tey áttu at fingið eina umbering.
Reglur og kunngerðir, sum í lógini standa skula koma í gildi, er ikki gjørt enn. Í sambandi við, at lógin verður broytt, verða tær reglur og kunngerðir, sum dagpeningalógin ásetur gjørdar.
Svarið
Í skrivliga fyrispurninginum vildi Annita á Fríðriksmørk hava at vita, hvussu nógv fólk hava fingið boð um, at tey eru koyrd úr dagpeningarskipanini, síðani løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku við meiri kom í gildi, og hvør orsøkin er til, at hesi eru koyrd úr skipanini. Til hetta svarar landsstýrismaðurin, at 121 persónar eru ikki longur fevndir av ásetingunum í kap. 7 í lógini, men at fleiri teirra tó eru fevndir av grein 2 sum vanligir lønmóttakarar. 109 persónar eru dotnir úr skipanini, tí hesi hava A-inntøku og lúka tí ikki treytirnar til ta sjálvbodnu tryggingina.
Sambært viðmerkingum til grein 15 um dagpening stendur, at ?fyri at kunna tekna sjálvbodna trygging krevst, at tryggingartakarin burturav ella í mestan mun er sjálvstøðugur vinnurekandi. Hetta skal skiljast soleiðis, at hesin skal virka sum sjálvstøðugur í so stóran mun, at eitt møguligt vanligt løntakaraarbeiði við síðuna av, bert er at meta sum viðfáningur. Vegleiðandi kann sigast, at umleið 75 prosent av inntøkuni seinasta inntøkuárið skal stava frá sjálvstøðuga virkseminum fyri at tryggingartakarin kann tekna trygging.?
Fyri teir 109 persónarnar er A-inntøkan farin upp um tey vegleiðandi 25 prosentini, sum ásett eru í viðmerkingunum, og eru hesi koyrd úr dagpeningaskipanini, tí tey lúka ikki treytirnar longur. 12 persónar eru koyrdir úr, tí hesir onga inntøku hava.
Hvussu hesum fólkum, sum seinasta árið eru koyrd úr skipanini, eru tryggjað inntøka, um tey av eini og hvørjari orsøk gerast sjúk, sigur landsstýrismaðurin, at 52 persónar eru beinleiðis fevndir av grein 2 og 3 í dagpeningalógini, tí teir eru løntakarar og hava ongan rætt til løn undir sjúku. Hetta merkir, at hesir hava rætt til dagpengar sambært dagpeningalógini. 33 persónar eru starvsmenn og hava tí rætt til løn undir sjúku frá arbeiðsgevaranum. Hesir persónar hava ikki rætt til útgjald úr dagpeningaskipanini, tí sambært grein 2, stk. 3 verður dagpeningur ikki veittur í tann mun viðkomandi sambært lóg, trygging ella sáttmála frá arbeiðsgevara ella øðrum hevur rætt til løn undir sjúku við meiri ella aðrar veitingar, sum eru endurgjald fyri mista inntøku vegna sjúku við meiri. 11 persónar, sum frammanundan høvdu hálva trygging, hava ikki ynskt at tekna fulla trygging. Viðvíkjandi teimum eftirverandi 25 persónunum má hvørt einstakt mál kannast, fyri at gera av, um arbeiðsgevarin skal gjalda løn undir sjúku, ella um tey eru fevnd av dagpeningalógini, herundir møguliga grein 3, stk. 2, nr. 2.









