Dagny Joensen farin

Mikudagin bórust deyðsboðini av Dagny Joensen, tíðindakvinnu og rithøvundi, sum brádliga doyði

Dagny var fødd í Klaksvík 31. januar í 1944, og var 76 ár, nú hon brádliga legði árarnar inn. Hon var dóttir Georg og Lindu Nolsøe. Tey búðu í Klaksvík, men fluttu seinni til Havnar.

Tá Dagny var fimtan ára gomul fór hon í frisørlæru í Havn og tók sveinaprógv í 1963. Hon giftist Magnus Paula Joensen av Skála, og tey fingu fýra børn, Georg, Óla Jákup, Anniku og Bjørg.

Húskið búði í Danmark til miðskeiðis í sjeytiárunum, tá tey fluttu aftur til Føroy­ar og til Havnar at búgva.

Síðani tá starvaðist Dagny sum tíð­indafólk í mong ár. Hon var eitt nu á »Myndablaðnum Nú«, á »Tingakrossi« og hjá okkum á »Sosialinum«. Hon hevur eis­ini skrivað fleiri leikrit, sum eru framførd á palli og í útvarpinum, har hon serliga við­gjørdi gerandismál og serliga kvinnulagn­ur. Nøkur teirra, »Er tú nøgd, Bina?«, »Selma og Páll« og »Býr nakar inni har, mamma?« komu út á prenti í savni­num »Gerandislagnur«.

Umframt leikirnar hevur hon eisini skrivað skaldsøgur, og í 2007 gav hon út ta vøkru ævisøguna um Føroya fyrsta kvinn­uliga løgmann, Maritu Petersen.

Tá Sosialurin í 1982 flutti í nýggj og stás­ilig blaðhús á Argjum og økti um útgávur­nar, kom Dagny í starv sum blaðkvinna á Sosialinum. Her var hon, tó at hon onkuntíð var burturfrá, fram til 1998, tá hon fór at starvast sum free­lance skrivandi fólk.

Dagny hevði eitt serligt pláss í hjarta­num hjá okkum, sum hava starvast saman við henni. Hon segði sína meining, sum kundi vera bæði hørð og kontant, men hon var eisini sera mild og skiljandi og ein góð vinkona. Hon var festlig og sera hugnalig í veitsluskapi. Tú keddi teg ongantíð saman við henni

Vit sum arbeiddu saman við henni vóru góð við hana, og við Dagny fekst tú eitt vinarlag fyri lívið. Dagny helt sera nógv av manni sínum, Magnus Paula, sum doyði av sjúku í 2008, júst farin um pensjónsaldur. Tey dugdu so væl at hugna sær saman, og hesum greiddi hon mangan frá á arbeiðs­ plássinum.

At Dagny so skuldi smella um, júst sum hon stóð á grøv hansara og setti blómur niður hóskar so sera væl til kær­leikssøguna um Dagny og Magnus Paula.

Ærað verið minnið um okkara kæra starvsfelaga og góðu vinkonu Dagny Jo­ensen.

Eirikur