Í dag klokkan 14 danska tíð doyptu Dagmar Jacobsen og Laura Hentze nýggja Trónd í Gøtu. Nú er Tróndur í Gøtu doyptur.
Gummurnar, sum fingu heiðurin eru Dagmar Jacobsen, sum er kona tekniska stjóran, Dávið Jacobsen, og Laura Hentze, sum er kona Jógvan Hentze, sum er partaeigari og hevur siglt við gamla Tróndi í Gøtu.
- Tað er stórt. Tað er ikki øllum beskorið at vera gumma at einum skipi, sigur Dagmar Jacobsen, gumma.
Laura Hentze tekur undir við henni.
- Tað kennist stórt. Vit hava havt nógvar góðar løtur saman við tí gamla, og nú verður spennandi at fáa ein nýggjan Trónd í Gøtu, sigur Laura Hentze.
Hátíðarhaldið byrjaði annars við, at Knud Karsetensen, stjóri á Karstensens Skibsværft, segði nøkur orð, og síðan varð skipið doypt.
Eftir dópin vórðu fólk boðin umborð á skipið at hyggja, umframt, at skipasmiðjan bjóðai ein lítlan bita til allar gestirnar.









