Dagligur leiðari í Sjónleikarhúsinum

Hesi seinastu árini hevur Havnar Sjónleikarfelag verið sera virkið. Umframt fleiri leikuppsetanir á hvørjum ári, gevur Sjónleikarhúsið nógvum øðrum og fjølbroyttum tiltøkum innivist, umframt at hýsa sjónleikarskúla fyri børnum og øðrum skeiðvirksemi. - At leggja til rættis og samskipa øll hesi tiltøk er sera orku- og tíðarkrevjandi, og hjá nevndini, sum øll hesi árini hevur tikið sær av hesum arbeiði, hevur tørvurin á einum dagligum leiðara leingi verið eyðsýndur. Tí hevur nevndin nú gjørt av at seta eitt fólk at taka sær av hesum burturav.

Í dag byrjar Birita Krossteig í starvi sum dagligur leiðari hjá Havnar Sjónleikarfelag, og í hesum sambandi verður móttøka í Sjónleikarhúsinum í dag frá klokkan 14-16. Øll eru hjartaliga vælkomin, verður heilsað úr Sjónleikarhúsinum.