Dagligt breyð hvønn dag

Nýggj andaktsbók er komin út við andaktum til hvønn dag í árinum ? eisini til 29. februar. Menn av Argjum hava sett sítt sín dám á bókina.

Tað er ikki á hvørjum degi at ein andaktsbók kemur út á føroyskum. Men tað vil so ikki siga, at ikki tørvur hevur verið á eini slíkari.
Og tað er heldur ikki á hvørjum degi, at ein fær eina slíka bók til nýtslu í gerandisdegnum, sum eisini tekur hædd fyri eini andakt, tá skotár er.
Bókin "Dagligt breyð" er væl kend í mongum føroyskum heimum, og mong hava higartil havt gleði og fragd av at lesa andaktir úr hesi bókini á norskum og á donskum.
Heimamissiónsforlagið í Nesvík hevur nú givið út hesa bókina, ið norski gudfrøðingurin Carl Fr. Wisløff skrivaði fyri mongum árum síðani.
Tað eru argjamenninir Henry D. Joensen, lærari og trúboðarin Jóhannes Mortensen sum hava týtt hana til føroyskt.
Bókin er eisini myndprýdd av einum øðrum argjamanni. Finnleif Mortensen hevur nevniliga teknað permumyndina, eins og myndirnar inni í bókini.
Her er bókin skipað soleiðis, at hvør mánaður hevur sína mynd, sum er at finna við hvørt andaktstykki henda mánaðin.
- At byrja dagin við einum Guds orði er ein góður vani. Og kann henda bókin eisini verða ein góð hjálp til tað, sigur forlagið um bókina.
Bókin er slakar 400 síðu til støddar og kostar 275 kr. Hon fæst hjá Heimamissiónsforlagnum og í bókahandlunum kring landið.