Dagligdagur aftur á Charlie Hebdo

Frá mikudegnum kemur franska satiruavísin Charlie Hebdo regluliga út aftur.

Charlie Hebdo hevur ikki verið á gøtuni síðani nógv umrøddu útgávuna, ið kom út beint eftir yvirgangsálopið móti blaðstjórnini 7. januar. Nú byrjar dagligdagurin tó aftur og frá mikudegnum kemur blaðið út sum vanligt aftur.

- Vit máttu anda út og taka ein lítlan steðg. Nøkur av okkum, sum eg, høvdu tørv á at arbeiða víðari beinanvegin. Øðrum tørvaðu meiri tíð, sigur blaðstjórin Gérard Biard við tíðindastovuna AFP.

- Tað hevur verið torført at arbeiða við einum leiðara, men tíbetur hava vit Dominique Strauss-Kahn, sigur hann.

- Við hesi útgávuni byrja vit av nýggjum. Vit hava havt jarðarferðir og tað torførasta er, at vit mugu klára okkum uttan okkara starvsfelagar. Tað tók eina løtu, innan vit skiltu, at teir ikki einans eru í feriu, sigur eitt av starvsfólkunum, Patrick Pelloux, í eini samrøðu við sjónvarpsstøðina France 5.