Dagført: Grindin verður rikin á Hvalba

Í løtuni liggur ein grind út fyri Skarvatanga í Suðuroynni. Ætlanin er at halda grindini til - hon verður í løtuni rikin inn á Hvalba.

Dagført (16:40):

Í løtuni frættist úr Suðuroynni, at grindin verður rikin inn á Hvalba. Har er long bilrøð við tunnilin til Hvalbiar og løgregluakfør eru eisini farin blunkandi til Hvalbiar, frættist úr Suðuroynni.

 

-----------------------------------

 

Grindaformaður í Suðuroynni váttar fyri in.fo, at ein grind liggur útfyri Skarvatanga í Froðba.

 

Hann sigur eisini, at ætlanin er at halda grindini til, um tað vísir seg at bera til.

 

Enn er onki avgjørt, men helst verður grindin rikin inn á Tvøroyri ella inn á Hvalba.