Sama dag sum nývalda løgtingið varð sett, boðaði nývaldi tinglimurin, ið tá enn var javnaðarkvinna, Sonja Jógvansdóttir, at hon alt fyri eitt for at lata løgtingsskrivstovuni eitt uppskot um broyting av hjúnabandslógini.
Við útvarpið segði hon, at hon einans manglaði at trýsta á enter, og at ætlanin var at leggja tað fram einsamøll. Uppskotið varð tó ikki lati inn tann dagin, og seinni sama dag meldaði Sonja Jógvansdóttir seg eisini úr Javnaðarflokkinum og gjørdist uttanflokkatingkvinna.
Seinni greiddi hon so frá, at hon hevði avgjørt at bíða við uppskotinum, tí onnur tingfólk ynsktu at vera við sum uppskotsstillarar.
Í dag hevur løgtingsskrivstovan so fingið eitt uppskot frá fýra tingkvinnum, Sonju Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, Kristiannu Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin, og Hannu Jensen, Framsókn, um broyting av hjúnabandslógini. Tað segði Kringvarpið í útvarpstíðindunum á middegi.
Sostatt eru umboð fyri allar samgonguflokkarnir við í at leggja lógaruppskotið fyri ting.
Høvuðsendamálið í lógarbroytingini er, at tað lovar tveimum av sama kyni at vígast borgarliga.