Dagfinn spælt inn í kendum studio

Dagfinn Joensen úr Funningsfirði hevur við bólki sínum útgivið nýggjan tónleik

Rocksangarin Dagfinn Joensen, sum býr í Danmark, hevur saman við við bólki sínum, Bloody Dice, útgivið eina sonevnda ep. Útgávan eitur »Roll The Dice« og inniheldur fimm sangir. Tveir av sangunum hava verið at hoyrt í Útvarpinum sum stakløg. Útgávan finst á digitalum platformum sum Spotify og iTunes.

 

Bloody Dice spælir klassikan rocktónleik, og nýggju sangirnir eru upptiknir í legendariska Sweet Silence Studio, har eitt nú Metallica, Rainbow og Gasolin hava tikið upp. Framleiðari og tøkningur var Flemming Rasmussen, sum hevur myndað Sweet Silence í nógv ár og júst hevur skrivað bók um hetta tiltikna studio.

 

Bloody Dice er nýggjur bólkur, sum ikki hevur verið úti og spælt enn orsakað av koronusmittuni. Dagfinn og teir vóna, at teir skjótt sleppa á pallin at spæla, og ábendingar eru um, at gongd er við at koma í konsertlívið í Danmark aftur.

 

Bloody Dice hevur gjørt sjónbandalag til sangin »Bloody Dice« – tað kann síggjast niðanfyri

 

##med2##