Síðst í oktober skal danski rockbólkurin Fate á konsertferð í Spania. Sangari í bólkinum seinastu árini hevur verið Dagfinn Joensen úr Funningi.
Fate skal hava fimm framførslur í Spania í døgunum frá 29. oktober til 2. november – millum annað í Zaragoza og í Madrid.
Konsertferðin kallast If Not For The Devil, sum eisini er heitið á seinastu útgávuni hjá Fate, sum kom í fjør. Hendan útgáva fekk góð ummæli, og ikki minst Dagfinn var róstur sera nógv fyri sín vokal.










