Dagfinn og Trygvi á Pubbini

Aftur hetta vikuskifti er Pubbin á Tvøroyri karmur um góðan tónleik. Hesu ferð verða tað Dagfinn Olsen og Trygvi Strøm sum standa fyri undirhaldinum. Náttarlívið á Tvøroyri hevur veruliga gjørt um seg seinastu tíðina, og tað orsaka av Seglloftinum og Pubbini á Tvøroyri. Nærum hvørt vikuskifti er live tónleikur á skránni, og hetta vikuskifti verður ikki øðrvísi. Teir báðir lokalu tónleikararnir Dagfinn Olsen og Trygvi Strøm spæla á Pubbini leygarkvøldið frá 23.00 ? 04.00.