Dagfinn á konsertferð í Spania

Rockbólkur Fate skal spæla seks konsertir í Spania í apríl mánaði

Danski rockbólkurin Fate, sum hevur sangara úr Funningsfirði, skal í apríl mánaði á konsertferð har norðuri í Spania.


Dagfinn Joensen hevur seinnu árini verið sangari í Fate, sum annars hevði sína stórtíð í 80’unum. Seinnu árini hevur rockbólkurin aftur verið virkin við framførslu og útgávum – tann seinasta kom í november.


- Tann bookarin, sum vit nú arbeiða saman við, er búsitandi í Spania, og hann hevur arbeitt eina tíð við at fáa hesa konsertferðina í lag, sigur Dagfinn Joensen.
Higartil standa seks konsetir á skránni, og tær verða hildnar í Coruna og Pontevedra – tveir býir í útnyðringspartinum av Spania.


Fate gav í november út fløguna If Not For The Devil, og útgávan hevur fingið sera góð ummæli í rockttíðarritum og á ymiskum heimasíðum.


Fate hevur hava fleiri framførslur síðani útgávuna, og í næstum gongur leiðin so til Spania at spæla.


- Vit arbeiða eisini við at gera nakrar konsertir í Týsklandi og Sveis, men tað verður helst ein konsertferð, sum vit gera seinni í ár, sigur Dagfinn Joensen.
Konsertirnar hjá Fate í Spania verða hildnar í døgunum frá 15. apríl til 20 apríl.