FIFA hava kunngjørt, at heimsmeistarakappingin í fótbólti í 2022 í Katar verður spæld um veturin, og at finalan verður spæld 18. desembur. Líka síðani avgjørt varð, at finalan skuldi spælast í Miðeystri, hava fólk gjørt vart við, at um summarið er ov heitt til at spæla fótbólt á hægsta stigi.
Nú er so líkt til, at FIFA hevur tikið hetta til eftirtektar, og hevur flutt kappingina til desembur mánað.
Eftir øllum at døma fer kappingin í 2022 at vara í 28 dagar og fer væntandi at byrja umleið 21. novembur. Sepp Blatter fer væntandi at almannakunngera avgerðina á tíðindafundi fríggjadagin.
18. desembur er tjóðarhátið í Katar, so talan verður um ein veruligan hátíðardag í landinum.
Nógv stríð hevur verið um heimsmeistarakappingina í Katar. Ákærur um mutur eru settar fram móti fyrireikarunum og FIFA, og onkur hevur heitt á FIFA um at velja eitt annað land.
Eftir er nú at gera eina semju við limalondini um, hvussu teirra heimligu kappingar skulu spælast, fyri at geva pláss fyri einum vetrar-HM.










