Dagført vágasound á fløgu

Aftan á tvey ár á palli hevur vágarokkbólkurin JÜRGHINN givið fløgu út

 

Útgávan ber heitið The Proof Is Evidence, og talan er um eina EP-fløgu við 6 skeringum.

 

- Bólkurin bjóðar á útgávuni teirra serkendu blanding av 70'ara og suðurstatsrokki og gevur fólki ein smakk av, hvat vágasound er anno 2012, verður sagt í fráboðan um útgávuna.

 

Manningin í bólkinum er: John Egholm (bass og sang), Jens Rasmussen (gittar) og Jeffri Jørgensen (trummur).

 

Plátufelagið Tutl stendur fyri útgávuni.