5 mannafør kvinnur: Tað gjørdist ein sera spennandi endaspurtur millum Ørnina og Havfrúnna, sum komu púra javnir á mál. Tí skal umróður til fyri at finna vinnaran.
Tað var annars Tjaldrið, sum fekk besta startin, men Ørnin og Havfrúgvin vóru drúgvar og táttaðust allan teinin inneftir, tær skiftust um at liggja fremst.
DAGFØRT:
Í umróðrinum hendi tað, at Havfrúgvin varð diskvalifiserað, og Ørnin vann henda róðurin. Hetta reingir tó ikki við tann veruleika, at Havfrúgvin hóast alt er FM-vinnari!
Úrslit:
1 Ørnin 05:00.12
2 Drekin 05:01.09
3 Tjaldrið 05:01.20
4 Teistin 05:02.13
5 Falkur 05:09.21
6 Hvassi 05:10.18
Endalig støða:
1 Havfrúgvin 40 FM-vinnari
2 Teistin 37
3 Ørnin 35
4 Falkur 29
5 Tjaldrið 25
6 Drekin 14
7 Hvassi 5
Kelda: jn.fo










