Fyrr eini løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp við Syðrugøtu. Óhappið hendi á landsvegnum, og har eru ein rúgva av neyðsynjarakførum komin á staðið. Vit hava tosað við politistøðina í Havn, men tey hava ikki stundir at greiða frá støðuni í løtuni.
Kl. 10:30:
Løgreglan hevur alment boðað frá, at tríggir bilar vóru í ferðsluóhappinum, sum hendi í morgun, og at ambulansur eru farnar við politieskortu á Landssjúkrahúsið við skaddum fólki.
In.fo frættir frá fólki á staðnum, at fleiri fólk vóru við í óhappinum, og at tey flestu máttu klippast úr bilunum. Vit hava eisini vent okkum til politistøðina, men har ber enn ikki til at fáa fatur á nøkrum.
Kl. 10:51:
Løgreglan boðar frá, at trý fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar og viðgerðar. Sum áðurnevnt vóru 3 bilar í óhappinum og allir gjørdust vrak. Politiið er í løtuni gongd við at kanna orsøkina til óhappið.