Levi Mørk
---
Tað var hátíðardámur í Hoyvíkshøllini, tá nýggi tilbygningurin í sunnara enda var tikin í brúk eftir Ólavsøku í ár. Hetta er ein partur av heildarætlanini at økja um og betra hallarviðurskiftini í Tórshavnar Kommunu.
Við vøkstrinum í fólkatalinum í Hoyvík í huga og orsakað av støðugt vaksandi limatalinum hjá hondbóltsfelagnum í Hoyvík H71, var greitt at Hoyvíkshøllin hevði brúk fyri eini dagføring. Hetta var eisini eitt av vallyftunum og vit fegnast um gongdina. Í fíggjarlógini til komandi ár eru settir pengar av til at gera tilbygningin liðnan.
Men vit steðga ikki har. Tá spennandi finalurnar í manshondbólti vóru í vár millum Kollfirðingar og Hoyvíksingar sóu vit eisini, at høllin var ov lítil til at rúma øllum áskoðarunum. Hetta fara vit at gera nakað við. Ætlanin er, at seta pengar av til hetta arbeiði í fíggjarlógini fyri 2014 til tað arbeiðið.
Er tú samdur í hesum, set so krossin við Levi Mørk á býráðsvalinum 13. novembur.









