FÓLKASKÚLIN
- Vit eru um at verða liðug við at orða arbeiðssetningin, nevndin skal arbeiða eftir, og tá ið hann er liðugur, verður nevndin sett, sigur Óli Holm, landsstýrismaður.
Seinastu tvey árini hevur nevndin í Føroya Lærarafelag regluliga sóknast eftir, hvat verður av ætlaðu dagføringini av læraraskúlalógini uttan at fingið nøktandi svar.
Spurdur um, hví tað tekur so drúgva tíð at seta nevnd og skriva arbeiðssetning, sigur Óli Holm, at grundin er, at fleiri partar eru inni í málinum.
- Bæði lærara- og pedagogútbúgvingin skulu fevnast av arbeiðinum. Nógvir mátar eru at endurskoða útbúgvingarnar og gera lógir til tær, annaðhvørt eina felags lóg, tvær ymiskar lógir, rammulóg og so framvegis. Stórt sæð eru partarnir samdir um, hvussu farast skal fram, sigur Óli Holm, sum ikki vil avdúka nakað um arbeiðssetningin.
Føroyska læraraútbúgvingin er frá 1980. Ymsar dagføringar eru gjørdar, men bera vit ta føroysku útbúgvingina saman við teim norðurlendsku, er okkara væl afturúrsigld. Okkara grannalond dagføra og endurskoða fólkaskúlalærararútbúgvingarlógir við jøvnum millumbili, eitt nú hava okkara næstu grannalond endurskoðað útbúgvingina tvær reisur seinastu 20 árini.
Fólkaskúlalógin er hinvegin broytt, onkrar broytingar komu í 1992 og ein grundleggjandi nýggj lóg í 1998 og aftur broytingar í 1999, men læraraútbúgvingarlógin fylgir ikki við. Lærugreinir, sum eru kravdar sambært nýggju fólkaskúlalógini, eru ikki enn undirvísingarevni á Føroya Læraraskúla. Tískil er úrslitið, at nýútbúnir lærarar ikki megna at undirvísa sambært nýggju krøvunum.