Heri Mohr
Tann árligi blokkurin úr ríkiskassanum er p.t. oyramerktur soleiðis:
Almennar pensiónir 213.3 mió.
Heilsuverkið 283.6
Serforsorg 117.0
Havrannsóknarstovan 1.6
Síðan 1988 hevur blokkurin ár um ár verið dagførdur samsvarandi lógum og avtalum, men
í 2002 steðgaði landsstýrið allari dagføring av blokkinum, eisini tey øki, har ríkiskassin er
einsamallur um at rinda, eitt nú Ríkissjúkrahúsið (undir heilsuverkinum) og serforsorg.
Flest øllum kunnugt, nemur blokkurin í stóran mun við pensionistar, sjúk, avlamin, serforsorgina
og onnur øki í almanna- og heilsumálum. Tankin, at onnur mál, sum verða rikin við fígging
úr ríkiskassanum, eitt nú peningamál, dóms- og løgreglumál, uttanríkismál, fólkakirkjan v.m.,
kundu verið í blokkinum, er ræðandi.
Sambært avtalu verða tingingar í ár millum landsstýrið og ríkisstjórnina um dagføringar av
blokkinum. Tað er tí ynskiligt at vita, um landsstýrismaðurin við fíggjarmálum fer at taka neyðug
stig til at fáa blokkin aftur í dagføringsskipanina, sum var galdandi áðrenn 2002. Vit eiga ikki at
gloyma, at t.d. í tíðarskeiðnum 1998-2001 varð blokkurin dagførdur (øktur) við 73.6 mió.
Av tí at blokkurin sum sagt nemur við pensionistar, sjúk og avlamin, fólk undir serforsorg, stutt sagt stórt tal av Føroya fólki, er tað ikki meira enn rímiligt, at øll hesi fáa at vita, um landsstýrismaðurin við fíggjarmálum fer at taka neyðug stig til dagføring av blokkinum.
Alternativið til dagføring kann sømiliga ikki verða annað enn at siga blokkin upp, og harvið bumba
heilsu- og almannaverkið niður á u-landastøði, og við tí gera vælferðina til en saga blott.
Tó uggandi og sissandi sjálvandi: Um nøkur fá ár (2015) fara visiónfrøðingar við frøi at sannføra løgtingið um, hvussu pensionistar, sjúk, avlamin, minnis- og evnaveik o.o. kunnu fáa tað gott í Føroyum, eins gott og í framkomnum londum og í hvussu so er betri enn í Danmark, hóast
lóggevingin um vælferð har man teljast millum tær bestu í heiminum.
Í meira enn hálva øld hava samd løgting viðtikið vælferðarlógir tær flestu við donskum sniði - við neyðugum fíggjarkørmum; fíggjarkarmar, sum sama løgting fyri 5 árum síðani tók støðið undan, uttan at seta aðrar skorðar undir borgaranna sosiala tryggleika.
Betri er bøtandi hond &.









