Dagførdur Peugeot 407

Eftir summarferiuna kemur ein uppdateraður Peugeot 407 á marknaðin. Meira verður gjørt burturúr kvalitetinum bæði uttan og innan. Bilurin verður tó ikki so nógv broyttur sum roknað var við

Peugeot 407 vakti ans tá hann í 2004 kom við rættuliga markantum linjum. Fyrst kom sedan útgávan og so kom SW (stationcar). Bilurin var tann fyrsti við stóra opna kølaragittarinum, sum so gott sum allir Peugeot hava í dag.


Nú hava Peugeot sent tíðindaskriv og myndir av einum uppdateraðum Peugeot 407, sum kemur á marknaðin eftir summarferiuna í ár.


Hóast broytingarnar at síggja til ikki eru so stórar, verður meira gjørt burturúr kvalitetinum bæði uttan og innan. Í nýggju útgávuni fæst Peugeot 407 við t.d. við eini nýggjari navigatiónsskipan, nýggjum klimaanleggi og parkeringssensorum framman.


Nýggi Peugeot verður at fáa við fleiri motorum við fýra og seks sylindarum og nýggjastu tøkni hvat viðvíkur CO2 útláti.