Dagførdur og betri útgjørdur familjubilur

Suzuki Liana, ið fyrstu ferð kom á marknaðin á sumri 2001, er nú komin í eini betri útgjørdari og dagførdari útgávu við t.d. nýggjum instrumentborði, nýggjum størri kúfangarum og kølaragittari

Tað skal ikki altíð so nógv til fyri at broyta ein bil, so hann sær heilt annarleiðis út. Soleiðis er við nýggja Suzuki Liana, sum júst nú er komin á marknaðin. Nú Liana hevur fingið nýggjar kúfangarar, kølaragittar og síðupanelir, sær hann út sum ein heilt annar bilur.

Eisini innan eru digitalu instrumentini skift út við vanlig rund instrumentir við reyðum ljósi. Sjálvt instrumentborðið er nýtt við alu-look í miðjuni. Radio, sum kann stillast í rattinum, og fløguspælari við fýra hátalarum er standard eins og aircondition.

Liana er ein 5-persóna familjubilur við fimm hurðum, ið man situr lutfalsliga høgt í, og útsýnið er gott allar vegir. Hann er umleið 10 cm hægri enn ein vanligur persónbilur. Høgt er til loftið og nógvar hillar og rúm eru til at leggja lutir frá sær á.

Motorurin er ein 1,6 litur við 106 hk, sum eisini fæst við automatiskum girum.

So gott sum alt er standard, og bilurin hevur t.d. el-síðurútar, el-síðuspegl við hita, forsetur við hita bæði í setri og ryggleni, og airbag framman og í síðunum.

Liana er lættur at koyra og serliga væl egnaður til býkoyring. Minsti vendiradius er einans 5 metrar, hetta ger, at bilurin er at lættur seta frá sær, har sum trongt er at parkera.







Suzuki Liana 1,6

Motorurin 1,6 litur 4 syl. bensin 106 hk

0-100 km/t 11,5 sek.

Bensinnýtsla14,5 km/l

Dekkstødd185/65-14

Stødd og vekt:
Longd423,0 cm
Breidd169,0 cm
Hædd155,0 cm
Eginvekt1125 kg
Viðførisrúm 295 litrar

Prísurkr.175.000,-

SøluumboðSp/f Eyðbjørn Hansen
Varðagøta 75
FO-100 Tórshavn
Tel. 313375
www.suzuki.fo