Arbeiðið at dagføra kampingplássið Yviri við Strond í Havn gongur væl.
Sáttmáli varð fyri sløkum tveimum mánaðum gjørdur millum Samtakið Spf. DíGJ og og Spf. Byggitænastuna um kampingplássið Yviri við Strond.??
Nógvir kampingvognar, bæði úr Føroyum og útlandinum, vitja í høvuðsstaðnum um summarið, og kampingplássið Yviri við Strond verður nú loksins dagført.?Tríggjar milliónir eru settar av til at tíðarhóska økið.??
Kommunan hevur fyrr kannað møguleikan at skipa kampingpláss á øðrum staði, men henda íløgan hevði verið so stór, at tað verður ikki farið undir slíka verkætlan fyribils.??
Kampingplássið Yviri við Strond hevur nú sløk 33 ár á baki. Hóast ábøtur eru framdar hesi árini, hava umstøðurnar sum heild ikki verið tíðarhóskandi. Umvælingar verða nú framdar, so tænastan til tey vitjandi verður munandi betri.










