Dagføra bátahylin í Fuglafirði

Bátahylurin í Fuglafirði verður nú dagførdur við nýggjum brúgvum til teir smærru bátarnar.

Bátahylurin í Fuglafirði verður nú dagførdur við nýggjum brúgvum til teir smærru bátarnar. Gomlu brúgvarnar eru tiknar upp, og eingin bátur liggur í løtuni í hylinum, sum er púrasta tómur fyri alt tað, sum var har frammanundan.

 

Nýggjar brúgvar eru komnar at liggja í hylinum, men higartil er bert tær, sum skulu liggja innan fyri sjálvan grótarmin, komnar upp á pláss. Hesar brúgvar og tær, sum koma at liggja fram við innaru síðu á bátahylinum, verða fortoyaðar við stórum betongklossum og armi út á brúgvarnar.

 

Tá In.fo vitjaði í Fuglafirði í vikuni, vóru menn í holt við at leggja nakrar av hesum betongklossum - ella landfundamentum - upp á pláss á innaru síðu av bátahylinum. Fundamentini viga stívliga sjey tons hvørt. Tey verða ikki heft niður í hellu, men fylt verður upp rundan um tey.

 

Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sonni á Horni, sigur, at skráar eisini skulu laðast av nýggjum úti á grótarminum og á innaru síðu av bátahylinum. Tað er P/F Petur Larsen, sum hevur leverað brúgvar og ger tað smiðjuarbeiði, sum skal gerast.

 

- Leveringin og arbeiði er eitt samstarv millum fyritøkuna Petur Larsen og kavarafyritøkuna hjá Høgna Kjeld, og hetta hevur riggað fyrimyndarliga væl. Vit hava mett, at dagføringin av bátahylinum fer at kosta einar fimm miljónir krónur, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri.