Dagbjartur Johansen farin

Týsnáttina andaðist Dagbjartur Johansen í Havn bert 56 ára gamal

Dagbjartur varð føddur 25 august 1947, sonur Doru f. Gregersen, ættað úr Syðrugøtu og Elias Johansen, Elias hjá Olafi úr Havn. 
       Dagbjartur átti tríggjar brøður, Bjarna, Oddur og tvíburðabeiggjan, Olaf.
        Í 1968 giftist hann Elmu Háberg og fingu tey børnini, Katrin, Dóru,  Pætur og Elin.
        Hugurin hjá Dagbjarti stóð til sjógvin, og í búnum aldri fór hann at lesa til skipsførara. Eftir eitt skifti at hava siglt við fiskiskipi, fór hann í starv hjá A.P Møller. Men sjúka steðgaði honum í hesum yrki, og hann mátti gevast at sigla.
        Hóast sjúkan gjørdi, at Dagbjartur í bestu árum mátti gevast at arbeiða, so mistið hann ikki mótið kortini, men hevði ein ótroyttiligan lívsvilja.
Bert fáar tímar fyri, at hann mátti leggja frá sær og lúta fyri sjúkuni, skemtaði hann við tey, sum vóru komin at heilsa honum á føðingardegnum.
Dagbjartur hevði sett sítt álit á Harran, og hansara kæru kunnu gleðast um vónina, at ein dag síggjast tey aftur.      
                                                              rs