Dagbókin hjá Jonnu

Góða dagbók

9. juni 2020

Sum familja eru vit bæði Jonna og Pætur, og okkara 3 børn, Annlis og Gunnhild (tvíburar sum eru 9 mðr.), og 1 ára gamla Bergtóra. Vit búgva í Tórshavnar kommunu, ella rættari sagt í Hoyvík. Pápin hevur nýliga fingið nýtt starv, ið er í Klaksvík og eg eri í løtuni í barsil, og kann tí sjálvandi ikki reka egnu fyritøku mína, sum tí er stongd í løtuni. Eftir ætlan sleppi eg til arbeiðis aftur sum sjálvstøðug vinnurekandi í november, tá okkara tvíburar vónandi sleppa á stovn – tað vóni eg.

Bergtóra gongur í løtuni í eini vælvirkandi vøggustovu, har hon trívist væl – sjálvt um hon grætur hvønn dag tá eg avleveri hana. Kanska er tað tí, at har ikki eru nokk av námsfrøðiligum starvsfólki at taka í móti mær eg dóttir okkara. Eg havi skriva okkara tvíburar upp í skipanini, ið kommunan hevur til barnaansingina, og gleði eg meg at fáa tær inn á sama stovn sum systir teirra. Vónandi sleppa tær at byrja mánadagin 9. Novembur – eg gleði meg.

18. september 2020

Vita um nakar spennandi teldupostur er komin.....juhuuuu, ja endiliga! Annars, so havi eg kanna teldupost upp til fleiri ferðir hvønn dag seinastu vikurnar. Nú havi eg fingið teldupost frá kommununi – ella skipanini, sum sigur at Annlis hevur fingið vøggustovupláss, og eg lesið víðari......men hvat ólukkan also, hon hevur fingið pláss á stovni á Argjum, hallloooooo.....hvat skal eg gera??? Eg lesi víðari....svara innan nakrar dagar, ella tú missir stovnsplássi til barnið.....hjáaaaaalp!!!

Yes....her var ein mailur afturat, Gunnhild hevur eisini fingið pláss, og tíbetur sleppa tær nokk á sama stovn, eitt plástur á sárið. Tað passar ikki! Tað ber ikki til....hon hevur fingið pláss í Kaldbak....tað sigur skipanin! Og skipanin veit best.....hallloooooo....OMG! Hvar er rættvísi?

Eg ringi beinanvegin til onkran hjá kommununi...havi ikki ánilsi av, hvønn eg tosi við.....tey siga bara, at soleiðis er tað, og um eg ikki vil, ja so fær onkur annar plássini......eg eri grátiferdig, akkurát sum 1 ára gamla dóttirin er hvønn dag.

Hvat skal eg gera? Hvat ger kommunan við okkum sum familja? Hvat skal eg gera við mína fyritøku? Hvat skal pápin gera, kann hann halda fram í sínum góða starvið?

8. november 2020

Í morgin áttu tvíburarnir at byrja á stovnunum, men vit hava gjørt av, at hetta ber als ikki til....vit kunnu kanska ikki verða búgvandi í kommununi longur. Vit hava fyri nøkrum døgum síðani, tikið eldru dóttrina úr stovninum, so kanska hevur okkurt annað BARN fingið hennara pláss, um skipanini loyvir tí. Gott hjá teimum, ja eg meini tað!

9. november 2020

Í morgin er býráðsval, og enn eru vit her....borgarar í høvuðsstaðar kommununi.....skal eg virkuliga tíma á val, eg verið kanska ikki verandi her allíkavæl. Ajú... eg fari nokk, kanska onkur vil gera nakað við hesa skipanina, sum slett ikki er menniskjalig, eg hopi tað. Vit hava tað fínt heima, men døturnar eru samstundis tiknar burtur úr felagsskapinum og námsfrøðiliga virkseminum, ið tær kundu fingið so gott av. 

Halt kipp also....kanska eg hjálpi stovunum at hava tær heima, tí so hava starvsfólkini betur tíð til hini børnini.....åh nei....har er nokk longu okkurt annað barn á stovnunum longu....huff, hetta er barasta ikki í lagi. Eg fari á val í morgin!

10. november 2020

Klokkan er akkurát 10.00, og eg standi uttanfyri høllina, eg skal fyrst inn! Eg veit hvønn eg fari at velja, tann sum fær krossin veit hvat hann tosar um – og so meinar hann tað eisini! Eg gleði meg faktist at seta krossin.

Nú er klokkan næstan 20.00 og nógv fólk hava verið á val, og eg veit um onnur, ið hava líknandi avbjóðingar sum vit.....og sum vilja hava broyting.

Nú bíða vit bara eftir valúrslitinum, verður sera spennandi um skipanin fer at halda fram, ella um menniskjaligu førleikarnir og virðini verða sett í fremstu røð. Eg veit, at um “mín politikkari” verður valdur, so verða umstøðurnar betur hjá okkum, og vit sum familja verða virðismett, og døturnar sleppa allar at ganga á sama stovni.....eg livið í vónini.

Heilsan Jonna

---

Soleiðis kundi eitt veruligt brot úr eini dagbók saktans verið, og tað skal snøgt sagt ikki bera til í 2020 og í framtíðini.

Hesum viðurskiftum vil eg virkað fyri, at fáa broytt, so at støðið verður tikið í hvørjari einstakari familju og tørvinum, ið familja hevur fyri eini vælvirkandi ansingartørvi, har teirra børn fáa góðar menningar møguleikar í einum stimbrandi námsfrøðiligum umhvørvi, ja; eg meini tað! Um BARN-skipanin ikki kann "spæla við", má onnur loysn finnast.

Bjarni Beder,

valevni á býráðsvalinum í Tórshavnar kommunu 2020