Dagbók hjá Reagan

Tey átta árini Ronald Reagan var amerkanskur forseti, skrivaði hann dagbók, og nú verður arbeitt við at geva dagbókina út.

Forlagið HarperCollins, sum skal geva dagbókina út saman við stovninum Ronald Reagan Presidential Library Foundation, sigur, at Reagan skrivaði dagbók hvønn einasta dag tey átta árini, hann var í Hvítu Húsunum, og at alt er skrivað við hond.

Frederick Ryan, sum er formaður í Reagan-stovninum, sigur við AP, at tann gamli forsetin hevði neyvan ætlað, at dagbók hansara skuldi koma út sum bók, men at innihaldið er so mikið áhugavert, at tað uttan iva hevur áhuga ímillum fólk. Eitt nú greiðir Reagan frá sínum hugsanum um bæði søguligar og dagligar tilburðir.

Ronald Reagan doyði fyri skjótt einum ári síðani, 93 ára gamal. Tá hevði hann havt Alzheimers í fleiri ár.