Daganevndin mælir til óbroyttar fiskidagar

Ein samd fiskidaganevnd mælir til óbroytt dagatal fyri fiskiárið 2009/10 í mun til 2008/09. Men hon hevur onki tilmæli um Føroya Banka, tí har hevur ongin veiða verið ICES hevur mælt til, at onki verður fiskað í Føroyum komandi fiskiár. Havstovan sigur helvtarskerjing av veiðuni eftir toski og hýsu, men fiskidaganevndin mælir til óbroytt dagatal.

Hetta undirbyggir nevndin við, at støðan við æti er framúr, og tí fiskurin, sum er veiddur, er heilt væl fyri. Eisini sigur nevndin, at tað sjáldan hevur verið so nógv til av smáum fiski.

Í sambandi við smáfiskin sigur fiskidaganevndin, at inntriv mugu gerast, so veiðan eftir smáfiski verður munandi avmarkað, samstundis sum at mælt verður til, at øll botnfiskaveiða verður gjørd undir dagaskipanini.

Fyri at verja smáfiskin verður mælt til, at Øll veiða innanfyri 1 fjórðing úr landi verður bannað. Hetta er galdandi fyri vinnuliga og privata veiðu. Og at Línuskip bólkur 3 flytur frá seks fjórðingum út á sjey og ein hálvan fjórðing. Hendan støðan skal verða galdandi í eitt ár.

Eisini sigur nevndin, at í fleiri ár hevur bólkur 1 fiskað nógvan smáan upsa. Í ár er veiðan eftir smáum upsa økt. Meðan veiðan av upsa 4 og 5 fyri partrolararnar er 24 %, er tað 41 % fyri lemmatrolararnar. Heili 27 % av upsaveiðuni hjá lemmatrolarunum er upsi 5. Til samanberingar er sama tal 11 % hjá partrolarunum. Harumframt eru 2.904 tons ella 26% av upsaveiðuni hjá bólki 1

skrásett sum bólkur 0, t.v.s. ikki skilt í støddir.

Tí sigur nevndin, at tað ikki er veiðuhátturin, sum ger munin. Og at lemmatrolarar í bólki 1 fiska

beinleiðis eftir smáum upsa.

- Hetta eru hagtøl, politiski myndugleikin má taka til sín og viðgera í størsta álvara!, stendur í tilmælinum.