HB hevur ikki altíð vunnið fulla úrtøku í Fuglafirði. Fyri einum mánað síðani eydnaðist tað, tí tá skoraði HB tvey mál miðskeiðis í seinna hálvleiki og vann 2-0.
ÍF er illa spert á støðutalvuni, men Hans Jørgen Djurhuus, annar av venjarunum, sær ikki so svart uppá tað:
-Um tað eydnast at vinna stig undan summarsteðginum, so verður talan um eyka bonus. Vit arbeiða miðvíst fyri at koma fyri okkum. Meðan hini liðini eru í fullgóðari venjing, so eru vit myndarliga sagt í februar/mars, men vit flyta okkum skjótt rætta vegin.
ÍF hevur leigað tveir spælarar í Víkingi. Teir vera báðir á ÍF liðnum ímóti HB.
-Milan Svojic er ætlaður at spæla framrættað og sentralt, og Hans Jákup Lervig er ætlaður til leiklut framrættað í vinstru. Dánjal á Lakjuni hevur verið nógvs skaðadarvaður, men nú er hann komin seg heilt, sigur Hans Jørgen Djurhuus.
Karl Løkin er komin fyri seg eftir skaðasteðg.
Miðvallarin Tróndur Jensen, sum í fjør átti stóran leiklut á FM liðnum hjá HB, er tøkur aftur eftir leikbann.
Brynjar Hlöðversson var heilt sentralur, tá ið HB í fjør vann FM. Hann er darvaður av fótskaða og hevur ikki verið á vøllinum síðani 12. mai, tá ið HB vann 2-0 í Fuglafirði. Ta ferðina var hann við í fyrra hálvleiki.
Andreas Breimyr er framvegis skaddur í fótinum.