Í dag klokkan 11 verður setur Edmund Joensen fundin í Føroyanevndini hjá Fólkatinginum, tá samráð er um stjórnarskipanaruppskotið. Í samráðnum fer Lars Løkke Rasmussen at svara spurninginum, og orðaskiftið verður sent beinleiðis á internetinum og á sjónvarpsrásini hjá Fólkatinginum.
- Málið hevur áhuga í Føroyum og í Danmark. Tí havi eg sum nevndarformaður tryggjað mær, at talan verður um opið samráð, har fólk og fjølmiðlar hava atgongd. Har er ongin automatikkur í, at opin samráð verða varpað út, og tí er eisini syrgt fyri, at áhugað kunnu fylgja við beinleiðis á internetinum og á sjónvarpsrásini hjá Fólkatinginum, sigur Edmund Joensen.
Hann roknar við, at politisk og løgfrøðilig viðurskifti verða vend í samráðnum, ið Søren Espersen úr Danska Fólkaflokkinum, næstformaður í nevndini, hevur biðið um.
Herfyri var drúgt og spennandi orðaskifti um uppskotið til føroyska grundlóg í Fólkatinginum - og eftir ríkisfundin fríggjadagin og ikki minst tíðindafundin aftaná, hevur eisini mikið kjak verið í Føroyum um málið. Men orsøkin til, at tað er reist á Fólkatingi er spurningurin, hvørt tað ber til at hava tvær grundlógir í danska ríkinum.
Edmund Joensen vísur aftur tí, sum tjóðveldisfólk føra fram um, at nakað løgið skal vera í, at Føroyanevndin viðger spurningin um føroyska grundlóg.
- Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark og eru partur av Ríkinum. Tí er tað ikki annað enn náttúrligt, at ein fólkatingsnevnd viðger spurningin, sigur føroyski fólkatingsmaðurin.
Slóðin til beinleiðis sendingina frá samráðnum á internetinum er her: (TRÝST HER)