Í dag eru 50 ár liðin, síðani skeinkistaðið Mimir lat dyrnar upp á fyrsta sinni. Í dag dag hevur føðingardadagurin verið hátíðarhildin, og Mimir hevur havt opið hús við livandi tónleiki frá klokkan 17:00 til klokkan 19:00 í kvøld.
– Mimir er ikki sum hinar barrirnar, tí her tosar man við øll og knýtir seg til summi. Her skonkja vit ikki bara, men fáa eitt prát við á vegnum, segði Borghild Dam Jacobsen, dagligur leiðari í Mimir í innslagi í sendingini Góðan Morgun Føroyar í morgun.
– Tað er ymiskt, hvør vitjar í Mimir. Tað eru fólk úr øllum landinum í øllum aldursbólkum, segði hon, og leg]i afturat, at hon vónar, at ábøtur verða gjørdar á gamla húsið á Varðagøtu skjótt.










