Tað er í morgun klokkan 11, at kirkjan við Norðskála verður endurvígd eftir, at hon hevur fingið víðfevnandi umvælingar. Jógvan Fríðriksson, biskupur, fer at víga kirkjuna, og Emil Olsen, sóknarprestur, fer at prædika.
Seinni í dag - ella klokkan 18 - verður messa í kirkjuni, og tað verður við Emiel Olsen og Øssuri Kjølbro.
Meðan kirkjan hevur verið undir umvæling, hava gudstænastur og sunnudagsskúli verið hildin í skótahúsinum á Oyri. Tað er byggifelagið KBH, ið hevur gjørt arbeiðið, sum byrjaði í vár.
- Allir útveggir og loft eru bjálvað, og gólvini eru skift. Í skipinum er kórsgáttin tikin burtur, so lættari verður hjá fólki við røslutarni. Nýggjur altarringur og prædikustólur eru gjørdir, og stólarnir eru umvældir og polstraðir av nýggjum.
Í Sunda kommunu vita tey at siga, at nýtt gólv úr furu er lagt á í skipinum. Kirkjurúmið aftan fyri og loftsrúmið, har sunnudagsskúlin heldur til, eru eisini umvæld, og nýggj rýmingarleið er gjørd av loftinum.
- Haraftrat er vaksið um køkin, og í forkirkjuni er nýtt wc gjørt fyri fólk við rørslutarni, verður lagt aftrat.