Í dag verður hon dømd

Um eina løtu fellur dómur í einum serstøkum máli í Noregi, har sambúgvin hjá fyrrverandi norska løgmálaráðharranum, Tor Mikkel Wara, er ákærd fyri at hava gjørt seg inn á demokratiið.

 

 

Hetta er eitt heilt serligt mál, tí tá hendingarnar fóru fram, var hon sambúgvi hjá ongum minni enn einum løgmálaráðharra, sum eitt nú hevði løgregluna undir sær. Talan er um 55 ára gomlu, Lailu Bertheussen.

Tað var, meðan løgmálaráðharrin, Tor Mikkel Wara, hin 14. mars í 2019 sat á fundi, at hann fekk boðini um, at sambúgvi hansara var handtikin, og at løgreglan í hesum sambandi gjørdi húsarannsókn heima hjá teimum - ella heima hjá sjálvum løgmálaráðharranum.

Løgmálaráðharrin hevði tá í nakrar mánaðir fingið ymiskar hóttanir frá ókendum persóni, sum ákærdi Frp’aran fyri at vera rasist, og samstundis vórðu ymisk herverk framd ímóti húsum og bili hansara, eins og illgrunasamt pulvur varð latið í postkassan.

Í eina tíð hevði løgreglan ongan varhuga av, hvat tað var, sum gekk fyri seg, og eingin ávísur persónur ella felagsskapur var undir illgruna.

Men, knappliga var tað sambúgvi hansara, Lailu Bertheussen, sum nú varð handtikin, og sum varð skuldsett fyri at standa aftan fyri ágangin og herverkini móti løgmálaráðharranum.

##med2##

Í heyst koyrdi málið leingi í rættinum í Noregi, og her viðgekk Laila Bertheussen ikki eina einastu av øllum ákærunum. Hon legði dent á, at allar ábendingarnar, sum ákæruvaldið hevur ímóti henni í ymisku málunum og sum á ymiskan hátt kunnu knýtast til hennara, eru tilvildir.

Verjarnir hjá Lailu Bertheussen, John Christian Elden og Bernt Heiberg, halda, at løgreglan hevur bygt alt sítt kanningararbeiði á sambúgvan hjá fyrrverandi løgmálaráðharranum, og tískil hevur løgreglan ikki latið upp fyri, at talan kann vera um nakran annan, sum hevur framt ágangin og herverkini.

Í dag fellur so dómur í málinum og fólk, sum hava áhuga fyri mongu smálutunum í hesum, kunnu eitt nú lesa um Bertheussen-málið á tv2.no ella øðrum norskum miðlum, sum flestu gera burtur úr í dag.

Dagført: Dómur er nú fallin í tingrættinum í Oslo, og sambært norskum miðlum, sum skriva um málið í hesi løtu, er Laila Bertheussen dømd at sita í eitt ár og átta mánaðir. Hon er sambært tv2.no dømd fyri álop á demokratiið.

##med3##