Í dag verður heitt

Danska veðurstovan DMI sigur, at í dag verður heitt. Tað er at kalla eingin vindur - 3 - 7 m/s av stuðri, og seinni snarar hann í ein vestan og útsynning. Tað verður skíggjað í dag, men norðanfyri er vandi fyri regni. Hitin upp í 15 stig í dag, og niður í 8 - 10 stig í nátt. 

 

 

Í morgin verður eisini heitt. 3 - 7 m/s, sum seinni minkar til undir 5 m/s av ymsum ættum. Um náttina 3 - 7 m/s av landsynningi. Skíggjað og turt. Hitin millum 10 og 15 stig, og um náttina 8 - 11 stig. 

 

 

Fríggjadagin verður um 10 stig alt samdøgrið. 3 - 8 m/s av suðri og landsynningi. Turt og skíggjað. Sostatt verður hampiliga heitt í dag og í morgin, tó at sólin helst ikki sær.