Í dag fer rætturin í Oslo undir at avhoyra Anders Behring Breivik. Sambært norskum fjølmiðlum fer ákærin millum annað at spyrja Breivik um felagsskapin Knight Templar, sum Breivik sigur, at hann bleiv limur í fyri nøkrum árum síðani á einum fundi í London, og sum hann hevur nevnt fleiri ferðir síðani. Men ákæruvaldið vil vera við, at hesin felagsskapurin er als ikki til, men at Breivik brúkti hann sum ræðumynd.
Verjin hjá Breivik, Geir Lippestad, hevur kunnað rættin um, at Breivik hevur skrivað eina frágreiðing, sum hann vil sleppa at lesa í rættinum í dag. Á rættarfundinum í morgun fer dómarin at boða frá, um Breivik sleppur at lesa skjalið, sum sambært fjølmiðlunum er ein samandráttur av tí, sum hann hevur at siga um málið.
Rætturin í Tinghuset í Oslo verður settur klokkan níggju.
Ein spurningur, sum rætturin skal taka støðu til, er, um hjádómarin Thomas Indrebø kann halda fram, eftir at hann hevur sagt, at deyðarevsing er tann einasti rætti dómurin í Breivik-málinum. Noreg hevur ikki deyðarevsing, og yvirhøvur er tað óheppið, at ein dómari sigur nakað um revsingina, áðrenn eitt mál er viðgjørt í rættinum.










