##med2##
HB er aftur partur av steypafinaluni hjá kvinnum í ár. Hetta gjørdist veruleiki tá HB vann 6-3 á KÍ á ovara vølli í Gundadali fyrr í dag. Í steðginum var HB á odda 3-0, og í seinna hálvleiki var HB á odda bæði 4-0, 5-1 og 6-2.
Fyrra hálvfinalan norðuri í Klaksvík endaði 2-2, og vann HB sostatt samlað 8-5.
Liðskiparin hjá HB, Heidi Sevdal staðfestir, at tað var avgerandi, at tær í HB, og serliga Rebekka Benbakoura vóru effektivar í dag.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra eina samrøðu FM1 hevði við Heidi Sevdal fyrr í dag.
HB-KÍ 6-3 (3-0) - HB vinnur samlað 8-5.
23' | 1-0 | Rebekka Benbakoura | ||
37' | 2-0 | Heidi Sevdal | ||
41' | 3-0 | Rebekka Benbakoura | ||
48' | 4-0 | Rebekka Benbakoura | ||
50' | 4-1 | Sigrid Jacobsen | ||
56' | 5-1 | Julia Naomi Mortensen | ||
62' | 5-2 | Evy á Lakjuni | ||
78' | 6-2 | Rebekka Benbakoura | ||
88' | 6-3 | Sanna Svarvadal (faroesoccer.com) |