Evropeiski Miðbankin fær nýggjan formann í dag. Tað er italiumaðurin Mario Draghi, sum tekur við eftir fransmannin Jean-Claude Trichet, sum hevur verið nevndarformaður í bankanum í átta ár.
Sum formaður bar Trichet orð fyri at reka ein ágangandi rentupolitikk, og eygleiðarar bíða nú eftir, hvønn politikk eftirmaðurin fer at reka.
Mario Draghi, sum í Italia verðir róptur Super Mario, hevur verið stjóri í italska tjóðbankanum í seks ár. Hann fær nóg mikið at hugsa um, tí nú hann setir seg í formansstólin, er Evropa í stórari fíggjarkreppu.
Mario Draghi er 64 ára gamal.