Í dag stemmaði tað hjá Frúnni

Tað hevur rættuliga vakt ans, at 5-mannafarið við kvinnum hjá fuglfirðingum, Erla Kongsdóttir, hevur vunnið tveir teir fyrstu FM róðrarnar.

Í dag var møguleiki at vinna triðja sigurin á Sundalagsstevnu í Kollafirði. Tað eydnaðist ikki. Frúgvin úr Miðvági legði sera bragdliga fyri, og hóast Erla Kongsdóttir eftir ikki so góðan start royndi at bjóða av, so var eingin ivi um, hvør átti besta róðurin.

Frúgvin varð ongantíð hótt, og á málinum var munurin meiri enn ein bátslongd.

 

Úrslit

1 Frúgvin 05:35.24

2 Erla Kongsdóttir 05:39.18

3 Hvassi 05:52.03

4 Ritan 06:00.18

5 Blikur 06:14.12

 

Støðan

1 Erla Kongsdóttir 20

2 Frúgvin 19

3 Hvassi 15

4 Ritan 12

5 Blikur 9