Í dag spælir KÍ í Champions League

KÍ kvinnur møta seinnapartin sterkum íslendskum liði

Kvinnuliðið hjá KÍ luttekur í hesum døgum fyri 17. ferð í UEFA Women’s Champions League. Kappingin byrjaði í 2001, og tað var um sama mundið, sum sigursrøðin hjá KÍ byrjaði. Tí er KÍ einasta felag í Europa, sum hevur luttikið í Champions League hjá kvinnum á hvørjum ári, kappingin hevur verið hildin.

Komandi vikuna spælir KÍ bólkaspæl í Osijek í Kroatia. Fyrsti dysturin verður í dag ímóti sterka íslendska meitaraliðnum Stjarnan. Dysturin verður spældur kl 15:00.

Hini bæði liðini í bólkaspælinum eru kroatisku vertirnir ZNK Osijek og ZFK Istatov úr Makedonia.

KÍ spælir aftur í Champions League fríggjadagin og mánadagin.

Vinnarin av bólkaspælinum fer víðari í kappingini saman við besta 2’aranum samanlagt í bólkaspælinum.