Í dag skal Messi møta til venjing

Tað er stórur spenningur í FC Barcelona í dag, tí upprunaliga skal Lionel Messi møta til venjing í dag

Søgan um Lionel Messi og FC Barcelona heldur helst fram komandi tíðina. Hann er settur í samband við Manchester City, sum við venjaranum, Pep Guardiola, fyrrverandi leiðslumonnunum í FC Barcelona, Ferran Soriano og Txiki" Begiristain, og nógvu pengunum frá eigarainum í Abu Dhabi, er favorittur at fara avstað við Lionel Messi.

Í dag skulu spælararnir hjá FC Barcelona eftir ætlan møta inn til eina kropsliga venjing, har spælararnir verða kannaðir. Tað er einki alment meldað út, men spanskir miðlar skriva at Lionel Messi hevur boðað frá, at hann ikki kemur til venjingina.

Lionel Messi og hansara toymið hald seg hava útloyst eina átekning í sáttmálanum, sum loyvir sjeyfalda Ballon d’or vinnaranum at skifta felag - ókeypis. Søgan sigur, at tað ætlar FC Barcelona at mótmæla upp á tað kraftigista,, tí sambært sáttmálanum skal hetta boðast frá longu í mai mánaði.

Her skal verða sagt úr leguni hjá Lionel Messi, at har verður mett at koronasteðgurin hevur broytt hesa treytina. Nýggjast søgan er, at FC Barcelona fer at góðtaka ein prís, sum liggur omanfyri milliardina, og tveir ella tríggir spælarar skift frá City til FC Barcelona.

Í løtuni bendir nógv á, at Lionel Messi hevur spælt sín seinasta dyst fyri FC Barcelona, har hann hevur spælt síðani hann var 13 ár. Illa lýddi forsetin, Josep Bartomeu, skal hava bjóðað Lionel Messi at fara frá, um 33 ára gamli argentinin lovar at halda fram í felagnum. Tað tykist ikki rína við hjá Lionel Messi, sum er troyttur av óskilinum og ítróttarligu avlagaðini av katalanska stoltleikanum, FC Barcelona.