Í dag skal fíggjarlógin samtykkjast

Fyrsta fíggjarætlanin hjá landsstýrinum er til triðju og seinastu viðgerð á løgtingsfundi í dag.

Tingfundur verður í dag klokkan 10 við tveimum málum á skránni. Fyrra málið er løgtingsmál nr. 50/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018, 2019 og 2020, sum snýr seg um hækking og víðkan av veiðigjaldi.

Seinna málið er 3. viðgerð av løgtingsmáli nr. 6/2019: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2020.

Onnur viðgerð av løgtingsfíggjarlógini var 18. desember. Tá feldi samgongan fleiri broytingaruppskot frá andstøðuni. Helst verða eisini broytingaruppskot løgd fram á tingfundinum í dag.

Við aðru viðgerð 18. desember var fíggjarlógin samtykt við teimum 17 atkvøðunum hjá samgonguni. Tjóðveldi atkvøddi ímóti, Javnaðarflokkurin og Framsókn atkvøddu blankt. Kristin Michelsen úr Sjálvstýrinum var ikki á fundi, tá atkvøtt varð.

Soleiðis var atkvøðugreiðslan á tingfundinum 18. desember:

 

Á fundi: 32 tingfólk

  JA 17

  NEI 6

  BLANKAR 9 

JA: 17

  1. Jógvan á Lakjuni

  2. Brandur Sandoy

  3. Jóhan Eli Poulsen

  4. Heðin Zachariasen

  5. Uni Rasmussen

  6. Jákup Mikkelsen

  7. Beinir Johannesen

  8. Christian Andreasen

  9. Bill Justinussen

  10. Steffan Klein Poulsen

  11. Edva Jacobsen

  12. Erhard Joensen

  13. Jaspur Langgaard

  14. Johan Dahl

  15. Eyðdis Hartmann Niclase

  16. Frimodt Rasmussen

  17. Magnus Rasmussen

NEI: 6

  1. Hervør Pálsdóttir

  2. Beinta Løwe

  3. Kristina Háfoss

  4. Bjørt Samuelsen

  5. Høgni Hoydal

  6. Sirið Stenberg 

BLANKT: 9

  1. Bjarni Hammer

  2. Jóhannis Joensen

  3. Djóni Nolsøe Joensen

  4. Heðin Mortensen

  5. Henrik Old

  6. Ingilín Didriksen Strøm

  7. Aksel Vilhelmsson Johannesen

  8. Ruth Vang

  9. Bjarni Kárason Petersen