Í dag savnar Reyði Krossur inn

Meir enn 30 fólk møttu á Bakarínum hjá Jórun í Klaksvík í morgun. Har fingu tey ein góðan drekkamunn, áðrenn tey fóru runt í býin at savna inn pening Virkandi borgarstjórin, Jógvan Skorheim var eisini komin at heilsa uppá og segði nøkur orð við á vegnum. Hann takkaði teimum, sum vóru komin saman at hjálpa til, og segði teimum, at tey gera góðan og stóran mun. Eisini varð víst á, at Føroyar als ikki standa aftarlaga í hesum týðandi arbeiði at savna inn til Reyða Kross í mun til onnur lond.

Tað er Per Jacobsen, sum hevur samskipað savningararbeiði í Klaksvík. Hann hevur góðar førleikar, sum fyrrverandi postboð at luta býin í gonguleiðir hjá teimum meir enn 30 fólkunum, sum vildu rætta eina hond í hesum týðandi arbeiði.