Í dag røkkur Óli upp á 80 landsdystir

Tríggir landsliðsspælarar fara seinnapartin í dag, tá ið Føroyar á Svangaskarði skulu spæla ímóti Ukreina, um merkisverd tøl í dystarhøpi.

Liðformaðurin á føroyska liðnum nógvu tey seinastu árini, Óli Johannesen, setir met hvørja ferð hann umboðar Føroyar. Í fjør spældi hann orsaka av skaðum bara tríggjar ferðir á landsliðnum. Men nú er Óli væl fyri, og í dag verður hann fyri 80. ferð á landsliðnum.

Tveir gøtumenn kunnu í dag at umboða Føroyar fyri 25. ferð. Teir eru Sámal Joensen í GÍ og Súni Olsen, sum spælir við AaB.