Í dag kl. 16.00 letur Norðurjól upp á Biskupstorgi í Klaksvík. Seinastu fýra árini hevur Klaksvíkar kommuna staðið á odda fyri tiltakinum Norðurjól, sum hevur ment seg frá at vera eitt leygardagstiltak til í ár at vera eitt jólatiltak við fjølbroyttari skrá fyri allan desember mánað
Á Biskupstorgi verður fjølbroytt jólasøla, har bæði staðsettir handlar og fyritøkur í býnum og nýggir veitarar fara at selja eitt nú prýðislutir, pløgg, føroyskar matvørur, kaffi og køkur – bara fyri at nevna nøkur ting úr stóru rúgvuni.
Mimmy Vágsheyg, samskipari, væntar, at einir 30 útbjóðarar - stórir sum smáir, kendir sum minni kendir - fara at hava sølubúðir í Biskupstorginum fram til jólar.
- Tað hevur verið stuttligt at síggja, hvussu ymiskir veitarar eru farnir í samstarv og vilja vera saman um uppgávuna. Soleiðis kann eg nevna, at eitt nú klædnahandilin 2U og blómuhandilin Flora fara at hava ein handil saman, og eisini eru Amarant og skótarnir farin í eitt samstarv um sølu av eitt nú sneisabreyði, sigur hon við Sosialin.
Samskiparin vísir á, at umframt handlar og ymiskar sølubúðir í veghæddini á Biskupstorginum fram til jólar, verður eisini jólakafé, jólahugni, eins og jólamaður kemur á vitjan hvørt vikuskifti.
Á skránni kl. 16.00 í dag verður tónleikur við hornorkestrinu og Danny & Inga, umframt at Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Mimmy Vágsheyg, fyriskipari, siga nøkur orð.