Maður kemur í mans stað, sigur orðatakið. Og hóast tað, so vítt kunnugt er galdandi fyri fólk, so loyva vit okkum at brúka tað um ein nýggjan handil, sum letur upp í SMS í dag.
Tað er handilin »Hanus & Janus«. Hann letur upp í hølunum, sum »Feðgar« fór úr fyri einum góðum mánaði síðani, og hann hevur júst sama vøruúrval.
Menninir aftanfyri handilin eru Heðin Zachariassen og Schumann Hjaltalin, sum frammanundan eiga fleiri handlar saman.
Teir eiga m. a. Handilskjarnar saman umframt tríggjar handlar í Handilskjarnanum.
Teir eru tó heldur ikki heilt ókendir í SMS. Teir hava ein handil har frammanundan og hann liggur beint yvirav nýggja handlinum. So teir verða grannar hjá sær sjálvum, so at siga.
Til vaksnar menn
Nýggi klædnahandilin fer at leggja seg eftir at selja vørur til vaksnar menn.
Eigararnir hava gjørt alt fyri at fáa fatur á mótavørum, soleiðis at talan er um seinasta mótan.
Hetta fer eisini at verða vørumerkið hjá handlinum framyvir, sigur Schumann Hjaltalin.
? Prísurin fer at liggja á einum miðalstøði. Hetta er ikki ein discounthandil, men hóast tað ein handil fyri allar menn, við dygdarvørum fyri rætta prísin, sigur Schumann.
? Men tað er ein handil sum er ætlaður til hvønn »Hanus & Janus«, leggur hann skemtandi afturat
Skal seljast
eitt sindur
Nýggi klædnahandilin í SMS liggur á einum stað sum ger, at leigan er rættiliga høg.
? Nei, tað er synd at siga, at tað í so máta er bíligasta pláss í býnum, men tað er ongastaðni í býnum at tað er meiri ferðsla, so tað skal nokk fara at hanga saman, sigur Schumann.
? Sum eg segði í áðni, so er tað heldur ikki fremmant fyri okkum at vera í SMS, tí vit hava jú ein handil her frammanundan, leggur hann afturat.
Tá vit spurdu Schumann um hvussu tað ber til, at teir tora at fara undir enn ein handil sigur hann, at teir higartil hava verið so mikið hepnir, at alt hevur gingið teimum til vildar.
? Vit lótu upp í 1992 og tá skal ein minnast til, at tíðirnar ikki vóru serliga góðar, so við tí í huga haldi eg, at vit hava góðar vónir, sigur hann og leggur afturat, at teir bara hava upplivað tær ringu tíðirnar.
»Hanus & Janus« lat upp í morgun klokkan 9.