Í dag kunnu samkynd giftast

Frá í dag av, kunnu samkynd ganga saman í borgarligt hjúnalag.

Áralanga stríðið hjá samkyndum um at fáa javnbjóðis rættindi, tá ið umræður rættin til hjúnalag, er nú komið at enda. 

 

 

 

Tí í dag er endaliga lógligt hjá samkyndum at giftast borgarliga. Tað merkir, at allir teir snøklar, sum skuldu fáast upp á pláss, eftir at løgtingið samtykti at broyta hjúnabandslógina, eru nú fingnir til vega og vilji løgtingsins er endaligur í dag. 

 

 

 

Samstundis hevur biskupur, Jógvan Fríðriksson sent út tænastuboð, har hann noktar prestur at signa pør, sum eru gift borgarliga, á føroyskum máli. Orsøkin til hetta er, at biskupur kann ikki nokta allari signing, tí danska rituali fyri signing av borgarliga hinskyndum pørum er lógarfest, meðan tað føroyska ritualið er at kalla "heimagjørt" og ikki fest í lóg - og sostatt undir valdið biskupsins. 

 

 

Biskupur heitir somuleiðis á prestar, um at lata vera við at nýta danska rituali, hóast teir hava lógarfestan rætt til at gera so. Orsøkin er, at biskupur ikki vil, at kirkjan skal ganga á odda við diskriminering. Ein veruleiki nú tvey av sama kyni kunnu giftast borgarliga, men bert tey hinskyndu kunnu fáa signing í kirkjuni eftir borgarliga vígslu. 

 

 

Hendan støðan hjá biskupi og fólkakirkjuni er fyribils, tí í næstum fer kirkjan undir at hava orðaskifti innanhýsis um nýggja veruleikanum, nú samkynd frá í dag at rokna, kunnu ganga saman í borgarliga vígslu. Biskupur ætlar, at á vári 2019, skal fólkakirkjan hava tikið støðu til, hvussu hon vil gera framyvir. Samstundis slær biskupur fast, at hansara egni holdningur er, at man kann ikki sum fólkakirkja ganga á odda við at diskriminera ein part av fólkinum, og tí heldur hann bestu fyribils loysnina ver, at man steðgar við at signa borgarliga gift beinan vegin, inntil kirkjan er komin á mál við orðaskiftinum.