Malan Thomsen er millum royndastu sangfuglar í Føroyum. Hon er á mangari fløgu, bæði sum solorødd og í kórinum.
Hon er sostatt ikki óvon við at syngja á fløgu, men hon hevur ikki roynt seg sum einstakling á egnari fløgu áður.
Í dag kemur Malan so endiliga á marknaðin við egnari fløgu. Endiliga, má ein siga, tí seinastu 10- 15 árini hevur hon verið á rættiliga nógvum útgávum,men altíð hevur tað verið á fløgum hjá øðrum.
Góð manning
Nógv vatn er runnið, síðani hon sang í bólkinum Teinar, har m.a. Leivur Thomsen, Finnur Hansen og Kári Jacobsen eisini vóru við.
Finnur og Malan fylgjast enn. Saman hava tey produserað nýggju fløguna. Kári Jacobsen er við sum sangskrivari og Leivur Thomsen er eisini at hoyra við sínum frálíka guitara.
Sum heild er manningin á fløguni tað, ið má kallast ?kremið? í føroyskum tónleiki.
Umframt Maluna og Finn, leika Rógvi á Rógvu, Jan Zachariassen, Jóhannus á Rógvu Joensen, Niclas Johannesen, Kaj Johannesen, Leivur Thomsen, Óli Poulsen. Kórsangarar eru Anders Ørsager, Lena Andersen og Kim Hansen.
Malan og Finnur hava skrivað orð og løg, men eisini hava Niclas Johannesen, Kim Hansen og Kári Jacobsen sett orð og løg saman.
Upptøkurnar eru gjørdar í JacZac Studio, ÚF, Hjá Óla, hjá Rógva og heima. Óli Poulsen hevur ljóðblandað heima við hús og hann hevur mastrað saman við Lehnnert Kjeldsen í Dan Disc.
Poppur
Tað eru tvey av fremstu tónleikafólkunum ið standa aftanfyri fløguna og á fløguni hjá Maluni hittast tey góðu nøvnini og burturúr er komið eitt gott úrslit.
Stílurin er avslappaður og ljóðmyndin er balsam fyri oyru og sál.
Javnvág og vakurleiki. Einki uppøst og einki, ið nervar oyragangirar. Røddin hjá Maluni og ljóðmyndin hóska væl. Her her rennur saman. Tey 10 løgini eru góð, vøkur og talan er um popp. Poppur, ið er skrivaður til bæði ung og eldri og sum er so hegnisliga framførdur og framleiddur, at hesum kunnu øll lurta eftir.
Malan hevur prógvað, at hon spennir frá rocktónleiki til barnasangir. Hóast Malan hevur sungið seg inn í hjørtuni á føroyingum á fløgum hjá so ymiskum sum Devon, Jóhannes Jakobsen og Terja og Føstufressum, so hevur hon ikki áður sjálv givið út. Tí er at fegnast um nýggju fløguna, sum er væl úr hondum greidd.
Ein av fremstu sangfuglunum hevur fingið hjálp frá mætastu tónleikarunum og úrslitið er har eftir. Ein vælljómandi fløga, sum kemur í handlarnar í dag.










