Nissutúrur
Ì dag verður nissudagur umborð á gomlu vágssluppini Johonnu og øll, sum koma við, skulu vera ílatin sum nissur.
Sluppin loysir frá landi á keiini klokkan 12. Men hon fer bara stutt útfrá og leggur stilt ímillum flakavirkið og grótkastið.
Johanna verður aftur við kajina umleið ein til hálvan annan tíma seinri.
Øll sum koma umborð mugu onkursvegna verða í nissuklæðum. Tað er ikki neyðugt at keypa nakað, tí tey flestu eiga eina húgvu og eina føroyska troyggju. Men annars er ráðiligt at vera í heitum og góðum klæðum, góðum skóm ella styvlum.
Vakrasta nissubarn á túrinum veri kosið og vinningurin er okkurt gott til jóla.
Tey fara eisini at súpa nissugreyt og at syngja jólasangir, og hvør veit, kanska hendir okkurt annað eisini.
Òkeypis fyri stuttar nissur
Tað er avmarkað, hvussu nógvar nissur sleppa við. Hvør nissa, sum er størri enn ein metur til hæddar, skal betala 50 krónur, men fyri stuttar nissur, lægri enn ein metur, er tað ókeypis. Íroknað prísinum er nissugreytur og heit saft.
Tað eru Kunningarstovan og Johanna, sum skipa fyri, men tað er ikki neyðugt at melda til
Hetta er óivað seinasta tiltakiðí ár hjá Kunningarstovuni í Vági, tí nú fer hon í jólafrí.
Opið er aftur fríggjadagin tann 7. januar