Í morgun klokkan 10 byrjaði aðalfundurin hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag á Hotel Tórshavn.
Lagt verður fyri við góðum morgunmati, og tá fundarstjóri er valdur eftir morgunmatin, fer formaður felagsins at greiða frá virki felagsins í árinum sum fer.
Skráin er sambært lógum felagsins, og eftir formansfrágreiðing verður framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi.
Seinni verður val av nevndarlimum, val av grannskoðara og ásetan av limagjaldi. At enda verður ymiskt á skránni.