Í dag heldur fólkaræðið føðingardag

Løgtingsformaðurin heldur skrúðgongu, guðstænastu og setanina av tinginum vera bæði kensluligt og tignarligt hæddarpunkt

Dagurin í dag er politiskur nýggjársdagur. Í stýrisskipanarlógini er ásett, at tað ólavsøkudag verður farið undir nýtt tingár, og at mannagongdin er tann, at tingmenn, landsstýrið, prestar og embætisfólk ganga í skrúðgongu í og úr kirkjuni, har tað er serlig guðstænasta, áðrenn løgtingið verður sett.

 

Eftir løgtingsvalið í fjør varð Páll á Reynatúgvu valdur til tingformann. Stýrisskipanarlógin sigur, at tað er tingformaðurin einsamallur, sum skipar skrúðgonguna á ólavsøku, og tað arbeiðið er løgtingsformaðurin saman við umsitingini fyri nøkrum vikum síðani liðugur við.

 

Páll á Reynatúgvu varð fyrstu ferð valdur á ting 30. apríl 1998. Síðani tá hevur hann verið í arbeiðsørindum á ólavsøku burtursæð frá tíðarskeiðnum 2008-2011, tá ið hann ikki var í tinginum.

-Ólavsøkudagur er ein stórur dagur fyri politisku Føroyar og føroyingar í síni heild. Hetta er sum ein føðingardagur, tá ið tað er gott høvi hjá okkum at steðga á og hugsa um fólkaræðið og rættindini, sum vit hava, og sum ber so stórt frælsi við sær, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

Tað er ikki vanligt, at løgtingsformaðurin heldur røður í tinginum. Tá ið Páll eftir valið síðsta heyst varð valdur tingformaður, helt hann røðu, har hann takkaði fyri álitið og greiddi frá, hvussu hann ætlaði at umsita ábyrgdina í starvinum, sum sambært stýriskipanarlógini er tað tignarligasta av øllum í Føroyum.

-Eg ætli mær at siga nøkur fá orð í sambandi við, at tingið verður sett í dag, men annars er tað løgmaður, sum eigur orðið á fyrsta tingfundinum, sigur løgtingsformaðurin.

 

Løgtingsformaðurin kennir ólavsøkudag vera heilt serligan:

-Tað er bæði tignarligt og kensluborið, tá ið vit stíga inn í kirkjuna og luttaka í guðstænastuni, og eisini tá ið vit ganga niðan aftur undir tinghúsið og hoyra kórsangin. Samstundis kennist tað sum serlig ábyrgd at fara undir nýtt tingár. Hetta kennist bæði sum fyrsti skúladagur, tá ið øll eru í góðum lag, og tað verður prátað og spurt um, hvat hevur verið á skránni í summarfrítíðini, og so er tað næstan sum at fyrireika seg at umboða tjóðina í landsdysti. Eg havi ikki spælt nógvar landsdystir í fótbólti. Men eg fái somu kenslu, tá ið eg fari undir nýtt tingár, har málið er at umboða føroyingar og smíða lógir, sum eg hevði, tá ið eg spældi á fótbóltslandsliðnum, og vit fyrireikaðu okkum at fara á vøllin, sigur løgtingsformaðurin.

 

Tá ið løgtingsformaðurin sipar til sína karrieru á fótbóltslandsliðnum, so fevndi hon um fimm landsdystir. Teir vóru allir í 1993. Páll var annars ein at stuðlunum á B71 liðnum, sum í 1989 vann FM. Hann var ein av trimum B71 spælarum, ið var á vøllinum allar átjan landskappingardystirnar á tamb.