Tann fyrsta meiningakanningin aftan á valið í Danmark vísir, at hevði valið verið nú, høvdu teir borgarligu vunnið. Kanningin, sum Megafon hevur gjørt fyri Politiken og TV2, vísir, at teir borgarligu høvdu fingið 50,4 prosent av atkvøðunum, og at tann nýggja stjórnarsamgongan hevði fingið 49,6 prosent.
Tað hevði givið teimum borgarligu 90 fólkatingslimir og teimum reyðu 89. Tá er verandi umboðan úr Føroyum og Grønlandi tald við.
Tann nýggja kanningin gevur Vinstra trý umboð afturat, og Liberal Alliance fær eitt afturat. Tey Konservativu missa eitt. Hinumegin missa sosialdemokratarnir og SF tvey umboð hvør, og Tey Radikalu fáa eitt afturat.